Skriva út  

Vegleiðing um roknskap

Trýst á evnini niðanfyri og fá viðkomandi vegleiðing.

Tú kanst eisini skriva í leititeigin omanfyri. Skriva alt orðið, til dømis fílur, ella ein part av orðinum og enda við stjørnutekni, til dømis fíl*. Leitað verður bert í vegleiðingarpartinum, ikki aðrastaðni á síðuni.

Vegleiðingar eru annars eisini at finna undir knøttinum “Hjálp” undir hvørjum høvuðsevni sær, tá tú trýstir á tey á grøna bjálkanum.


Allar fílur, sum virkið hevur latið inn í sambandi við roknskaparskyldu sína. Leitast kann upp á ár. Er sama fíla latin inn fleiri ferðir, liggur tann nýggjasta ovast.

Síða, har tú letur inn roknskapin fyri eitt ávíst roknskaparár. Til ber at lata inn sum XBRL- og PDF-fílu. Fílurnar skulu latast inn hvør sær og skulu vera uppbýttar eftir hesum dokumentsløgum:

  • Ársfrásøgn
  • Kapitalvinningssjálvuppgáva
  • Partafelagssjálvuppgáva
  • Skattauppgerð/Sundurgreiningar/Innanhýsis roknskapur
  • Vinningsbýtisuppgerð

Kvittan fyri innlating verður send á teldupostadressuna, sum virkið hevur skrásett í skipanini. Kvittan verður ikki send við vanligum brævi.

XBRL er ein máti at talgilda roknskapir. Við hesum kunnu TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovan betri samanbera tøl frá ymsum bransjum, og vinnulívið fær eina betri hagtalstænastu.

Ein roknskapur í XBRL-formati skal parast við eina taksonomi

Ein taksonomi er ein standardskrá yvir teigar, sum eiga at vera í einum roknskapi. Ítøkiliga skal hvør teigur í roknskapinum parast við samsvarandi teig í taksonomiini. Taksonomiin kann hava fleiri teigar enn teir, sum eru viðkomandi í roknskapinum hjá einum virki, men bert viðkomandi teigar skulu nýtast.

Paringin av roknskapi og taksonomi verður vanliga gjørd í eini roknskaparskipan. Summar skipanir kunnu gera XBRL-fílur, men tær kunnu eisini gerast í forritum sum Word og Excel. Vanliga skal ein roknskapur bert gerast til XBRL-fílur eina ferð. Síðan kann sami leistur endurnýtast.

Uppsetingin av XBRL-fílum og paring við taksonomi krevur ávísan kunnleika um roknskap og kunningartøkni. Vit mæla virkjum til at venda sær til grannskoðarar, bókhaldsvirki ella ein kt-veitara fyri at fáa hjálp og vegleiðing til uppsetingina av XBRL-fílum.

 

Heinta taksonomi, galdandi fram til 1. juli 2018.

Heinta talsonomi galdandi frá 1. desember 2019.

(Taksonomiin leggur seg sum zip-fílu niðast í vinstra horni á skíggjanum. Hon hevur teigar til allar roknskaparupplýsingar, ið feløg skulu lata TAKS og Skráseting Føroya.)