Skriva út  

Vegleiðing um góðs

Trýst á evnini niðanfyri og fá viðkomandi vegleiðing.

Tú kanst eisini skriva í leititeigin omanfyri. Skriva alt orðið, t.d. splitta, ella ein part og enda við stjørnutekni, t.d. splitt*. Leitað verður bert í vegleiðingarpartinum, ikki aðrastaðni á síðuni.

Vegleiðingar eru annars eisini at finna undir knøttinum “Hjálp” undir hvørjum høvuðsevni sær, tá tú trýstir á tey á grøna bjálkanum.


Her ber til at splitta høvuðsgóðs og stovna undirgóðs. Tú kanst leita upp á høvuðsgóðsnummar ella farmabrævsnummar.

Yvirlit yvir øll høvuðsgóðs, sum eru klár at splitta. Tú kanst leita upp á tíðarskeið.

Alt góðs, sum er flutt til Føroya fyri onnur feløg. Tú kanst leita upp á tíðarskeið ella merki/farmabrævsnummar. Í tíðarskeiði verður ótollað góðs víst sum standard, men vel tollað góðs afturat, tá leitingin verður víst. Tú sært 3 mánaðir í senn.

Fá allar upplýsingar um eitt ávíst góðs og broyt tær, um neyðugt. Tú kanst leita upp á góðsnummar. Gev gætur, at er góðsið tollað, kanst tú ikki broyta upplýsingarnar.

Yvirlit yvir góðs hjá kontantkundum, sum ikki er goldið og tí eigur at standa á goymslu. Tá tollararnir koma til pakkhúseftirlit, skal hetta yvirlit samsvarað við tað góðs, sum liggur á goymslu. Tú kanst leita upp á tíðarskeið. Tú sært tríggjar mánaðir í senn.

Yvirlit yvir avsendarar, sum tú hevur stovnað í sambandi við góðsavgreiðslu. Hiðani kanst tú eisini stovna og broyta egnar avsendarar, so at lættari er at finna teir fram. Hetta er serliga hent, tá talan er um afturvendandi avsendarar.