Skriva út  

Vegleiðing um brúkarar og rættindi

_pageHelp

Flutningsfelag
Sum flutningsfelag kanst tú skráseta ella broyta góðsupplýsingar. Meginpartin kanst tú gera beinleiðis á glugganum.

Skalt tú broyta góðsupplýsingar, finn so fram góðsið við at leita upp á góðsnummar ella farmabrævsnummar. Tá tú rættar og goymir góðsupplýsingarnar, sær innflytarin rættingarnar í glugganum beinanvegin.

Tá ið góðs verður útflýggjað, skal flutningsfelagið kanna eftir, um móttakarin hevur goldið toll av góðsinum. 

 

Innflytari
Sum innflytari kanst tú skráseta og tolla fakturar. Tú kanst eisini útskriva tollrokningar. Ert tú vinnuligur kontantkundi, kanst tú gjalda tollrokningarnar gjøgnum Vinnugluggan.

Eru allar góðsupplýsingar ikki í lagi, kanst tú ringja til flutningsfelagið og fáa hana at rætta í góðsupplýsingunum, áðrenn tú gjøgnumførir tollingina.

 

Umboðsbrúkari 
Grannskoðarar og bókhaldarar kunnu fáa beinleiðis atgongd til Vinnugluggan hjá teimum virkjum, teir arbeiða fyri. Til tess skulu virkini senda TAKS eina fráboðan um at geva grannskoðaranum ella bókhaldaranum atgongd til Vinnugluggan.

Heinta umsóknarblaðið her.

 

Mvg-skrásettur
Sum mvg-skrásettur kanst tú lata inn mvg-uppgerð tína og gjalda rokningina samstundis. Tú kanst eisini gjalda fram í tíð. Tá velur tú bert ein nýggjan gjaldsdag.

 

Speditørur
Sum speditørur kanst kanst tú splitta, skráseta og tolla góðs fyri kundar tínar. Tú kanst eisini útskriva tollrokningar fyri teir. Tollrokningar fyri vinnuligar kontantkundar verða goldnar gjøgnum Vinnugluggan.

Eru feilur í góðsupplýsingum, skalt tú ringja til flutningsfelagið og fáa felagið at rætta feilin, áðrenn tú gjøgnumførir tollingina.

Speditørar síggja ikki lønarupplýsingar.

 

Øll atgongd til Vinnugluggan verður stýrd av brúkararættindum og teimum skyldum, sum knýttar eru til virkið ella einstaka brúkaran.

Fær brúkari atgongd til Vinnugluggan, er tað altíð í sambandi við eina fulltrú til eitt ávíst virki. Brúkarin kann ikki fáa fleiri rættindi enn tey, sum virkið er skrásett við.

Serlig atgongdir eru galdandi fyri hesar bólkar:

  • Flutningsfeløg
  • Speditørar
  • Umboðsbrúkarar

Vilt tú gerast brúkari av Vinnuglugganum, send eina umsókn til taks@taks.fo.

Heinta umsóknarblaðið her (PDF)

Eitt virki kann sjálvt stýra, hvør hevur atgongd til Vinnugluggan hjá virkinum. Soleiðis tryggjar tað sær, at røtt starvsfólk hava rættar atgongdir.

Fyri at nýta funkuna skal virkið skráseta ein brúkaraumsitara. Virkir, sum hava persónligan eigaraskap, fáa sjálvvirkandi eigaran skrásettan sum brúkaraumsitara og skulu ikki søkja um tað.

Onnur virkir mugu søkja TAKS um at fáa ein brúkaraumsitara skrásettan. Umsóknin skal undirskrivast av einum, sum hevur tekningarrætt.

> Heinta umsókn